Frí frakt yvir 500 kr Skjót levering 7 dagar umbýtingarrættur Trygg gjalding

1. Bílegging

Tá tú skalt gjalda við gjaldskorti skalt tú uppgeva kortnummar, nær kortið gongur út og kontrolsiffur. Harvið loyvir tú Luksjsdór at taka upphæddina av kontu tínari. Samskiftið er krypterað, soleiðis at hvørki hesin nethandilin ella annar óviðkomandi hevur møguleika at fáa fatur á tínum kortupplýsingum

 

2. Prísir

Allir prísir eru íroknað meirvirðisgjald, um annað ikki er tilskilað. Gjaldoyra er DKK. Fyrivarni verður tikið fyri prísvillum og útseldum vørum.

 

3. Gjaldstreytir

Gjald fyri vørurnar kann gerast við:

1. VISA og MasterCard
2. Bankaflyting
3. Kontant

 

4. Flutningstreytir

Kostnaður fyri at senda vøru upp til 30 kg við Posta er 50 kr. Flutningur fyri vøru upp til 30 kg er ókeypis tá keypt verður fyri yvir 700 kr.

 

5. Leveringardagur

Vøra, ið er á goymslu, verður send í seinasta lagi 3 arbeiðsdagar eftir keyp.

 

6. Trygd/umbýting

Allar vørur kunnu latast inn aftur innan 7 dagar frá móttøkudegnum, treytað av at vøran er óbrúkt, lýtaleys og í upprunaligum pakningi. Hetta er tó ikki galdandi fyri vørur ið vit serstakt hava útvegað fyri kundan. Allar vørur eru umfataðar av 1 ára trygd, tó ikki uppá slitdeilir og skeivari nýtslu av vøruni. Vøran kann latast aftur til Luksusdjór treytað av at hon er í upprunainnpakningi.

 

7. Skrásetingarpolitikkur

Luksusdjór verjir persónligar upplýsingar, sum vit fáa frá tær. Keypir tú vøru umvegis heimasíðuna, nýta vit bert upplýsingar frá tær til at avgreiða tína bílegging.

Vit geva ikki persónligar upplýsingar, so sum tín teldubrævbústað, til triðja part

Levering

Vit levera pakkar upp til 30 kg fyri 50 kr. Ókeypis frakt við keyp yvir 500 kr.

Umbýtingarrættur

Óútpakka vøra kann býtast um innan 7 dagar

Trygg gjalding

Gjøld verða avgreidd við QuickPay, ið avgreiður 2 mió gjøld um mánaðan

Bankaflyting

Gjaldast kann eisini kontant ella við bankaflyting á kontu 6460-5560030